EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

jobgaranti

Á guider.org kanst tú lesa um tey nýggjastu leysu størvini hjá øllum samstarvsfelagunum hjá Service & Co.

Hvat er Jobgaranti®?

Jobgaranti® er eitt skrásett vørumerki hjá Service & Co. Hetta merkir, at allir luttakandi næmingar sum eru egnaðir og góðkendir til starvsgarantiina eftir útbúgvingina, fáa bjóðað eitt góðkent starv í ferðavinnuni uttanlanda. Hetta kann vera sum ferðaleiðari, animatør, barnaferðaleiðari, skíðferðaleiðari ella móttøkufólk.

Við "starvsgarantiini í hondini" skal hvør einstakur næmingur, antin á skúlanum ella aftaná, søkja aktivt eftir starvi hjá einum av samstarvsfelagunum hjá Service & Co. Vit hava eitt yvirlit yvir allar starvsetanir á okkara serstaka starvsbanka á netinum, soleiðis at vit alla tíð kunnu senda næmingar, ið leita eftir arbeiði, til starvssamtalur. Hetta tryggjar at allir næmingar við starvsgaranti fáa eitt starv. Fyri at fáa starvsgaranti er tað ein fortreyt at tú ert fylt/ur 18 ár, og hevur koyrikort. Vit samstarva eisini við ymiskar partnarar, sum ikki krevja koyrikort, ring til okkum á 70 211 222 og hoyr nærri, um tú ert í iva.

Egnað/ur til Jobgaranti®

Tað er altíð møguligt at fáa arbeiði í ferðavinnuni við einum prógvi frá Service & Co., men starvsgaranti verður einans givið til teir næmingar, ið avgjørt eru egnaðir til arbeiði. Uml. 80% av okkara næmingum verða egnaðir, og enda útbúgvingina við einari starvsgaranti. 

Tú ert egnað/ur til arbeiði um tú hevur verið áhugað/ur, víst vilja, og ikki minst luttikið aktivt í undirvísingini. Umframt hetta meta vit um hvussu búgvin tann einstaki næmingurin er, og um evnini at samstarva, sosialu og mentanarligu fatanina, og so úrslitini frá teimum ymiskum royndunum. Mongu lærarirnir hjá Service & Co. avgera í felag, um hvør einstakur næmingur er egnað/ur at fáa starvsgaranti. 

Vegurin til eitt arbeiði sum ferðaleiðari

Mótir endanum av útbúgvingini koma tvær til fýra ferðafyritøkur niður og halda starvssamrøður. Hevur tú áhuga í hesum fyritøkum, kanst tú fara til samrøðu hjá einum av teimum. 

Útyvir starvssamrøðuna skalt tú til eina samrøðu við ein av arbeiðsráðgevunum hjá Service & Co.. Gjøgnum hesa samrøðuna fáa vit eina fatan av hvørji áhugamál tú hevur. Um tú helst vil vera barnaferðaleiðari, skíðferðaleiðari, útferðaleiðari ella kanska okkurt heilt annað. Eftir hetta kunnu vit ráðgeva tær um hvør ferðafyritøka passar best til tín.

Frá tí at ferðaleiðaraútbúgvingin á Costa Brava er liðug, til tú stendur við einum sáttmála í hondini, kann ganga millum eina viku og tríggjar mánaðir. Vit hava umleið 60 ymiskar samstarvsfelagar, og tíðspunktið har tú sleppur út sum ferðaleiðari, er treyta av nær hesar fyritøkur mangla ferðaleiðarar.

Tú kanst eisini byrja at arbeiða seinni, um tú hevur nøkur ting heima í Føroyum, sum tú skalt taka tær av, t.d. útbúgving, íbúð ella arbeiði.

 

BÍLEGG FALDARA