EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

Felagsskapur fyri ferðaleiðarar hjá Service & Co.

Gjøgnum tey seinastu 15 árini er limatalið hjá felagsskapinum hjá Service & Co. voksið til fleiri enn 10.000 ferðaleiðarar. Okkara limir hava m.a. fingið ráðgeving viðvíkjandi teirra arbeiði í útlandinum, og hjálp til at søkja arbeiði, loysa ósemjur, og vegleiðing til eina persónliga karrieru sum ferðaleiðari ella leiðari á einum av alheimsins ferðamálum. Vit hjálpa ikki bara eina ferð, vit eru altíð til reiðar at hjálpa. Allar gerandisdagar - í vikuskiftum og øll tíðspunkt á døgninum. 

Tá ið leiðin gongur heim, eftir tær mongu læruríku upplivingarnar á fjarum ferðamálum, hava vit eisini verið við. Fyri nógv hevur tann víðkaði limaskapurin av Felagsskapinum eisini verið vegurin til eitt stórt og nýtt netverk, og eitt dreymaarbeiði í ferða- flog- ella hotelvinnuni í Skandinavia. Vit eru við øðrum orðum tín persónliga kontakt, tá ið tær tørvar coaching, vegleiðing og nýggj hugskot. Samstundis hava vit møguleika at bjóða tær skeið, og eitt heilt serstakt netverk við fólkum úr øllum Skandinavia.

Felagsskapurin hjá Service & Co. er eitt einstaklinga tilboð, sum er har fyri teg, tá ið tørvurin kemur - av tí at tú hevur valt, at melda teg til hesa trygdarskipan. Vit hjálpa øllum teimum, sum ynskja at luttaka í Felagsskapinum, og sum í minsta lagið hava gjøgnumført eina Service & Co. ferðaleiðaraútbúgving.

Felagsskapurin er ikki bundin at nøkrum ávísum fyritøkum í ferðavinnuni. Tað finst ikki rættiliga nakað fakfelag fyri ferðaleiðarar, men sum limur í Felagsskapinum kemur tú nógv nærri hesari trygdini. Her fært tú alla tað vegleiðing, sum tú ikki fær aðra staðni, um tú skuldi enda í einari truplari støðu á tínum ferðamáli. 

Service & Co. hevur tryggjað tær, at arbeiðsviðurskiftini á ferðamálunum hjá hvørjari einstakari fyritøku eru í lagið. Okkara samstarvsfelagar hava við vissu skil á setanarskrivunum og øðrum viðurskiftum, sum eru galdandi fyri alla ferðavinnuna. Tín limaskapur kann tó hjálpa tær í ivasomum og óhepnum støðum við tínum arbeiðsgevara, um slíkt skuldi hent seg. Vit hyggja objektivt eftir sakini, og rokna ikki í minuttum, tímum ella øðrum útreiðslum - óðansæð hvar í verðini tú er. Alt hetta er íroknað, tá ið tú meldar teg til Felagsskapin hjá Service & Co.. 

Hetta fært tú sum limur í Felagsskapinum hjá Service & Co.:

  • Tú kanst gerast limur til ein serligan prís, um tú meldar teg til Felagsskapin samstundis sum tú meldar teg til ferðaleiðaraskúlan. Tú skal bert gjalda eina ferð, og limaskapurin gongur aldrin út
  • Tá ið tín útbúgving er liðug, hjálpa vit tær at fáa títt dreymaarbeiði í ferðavinnuni
  • Persónligan arbeiðsvegleiðara og ókeypis telefonráðgeving á tlf. 70 211 222
  • Hjálp til at skifta arbeiði og/ella arbeiðsgevara - blíva umsjónarfólk ella leiðari á einum ferðamáli
  • Ókeypis og óavmarkaða atgongd til arbeiðsdátugrunnin hjá Service & Co.
  • Hjálp til tína persónligu arbeiðsætlan, coaching, hjálp til umsóknir, feedback osfr.
  • Stuðul undir ósemjuhandfaring á ferðamálinum, sum hevur tørv á fakfelagsligari hjálp
  • Ráðgeving í samband við karrieruætlan - eftir útbúgvingina ella eftir at tú ert komin heim úr útlandinum
  • Avsláttur í samband við eftirútbúgvingar og reunions
  • Persónliga karrieruvegleiðing á donskum, svenskum ella norskum, umframt ókeypis fyrilestrar í samstarvi við Business Danmark

Umframt hetta bjóða Speakers Club ókeypis fyrilestur fyri allar limir í Felagsskapinum hjá Service & Co.. Les meira um Speakers Club her.

 

Títt eingangsgjald fyri at vera við í Felagsskapinum hjá Service & Co. kostar kr.1395,- fyri óavmarkaðan limaskap.

GG! Um tú teknar teg sum lim í samband við at tú teknar teg til ferðaleiðaraskúlan, fært tú ein serprís á kr.995,-

Vit gleða okkum til at bjóða tær vælkomnum í Felagsskapin hjá Service & Co.!