EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

Fá skúlan afturgoldnan

Um tú hevur arbeitt sum ferðaleiðari í 12 mánaðir ella 4 sesongir hjá einum av okkara Keypartners, ert tú við í okkara serstøku afturgjaldingarskipan. Okkara Keypartners seta prís uppá góð starvsfólk, tí kanst tú fáa ein stóran part av ferðaleiðaraskúlanum afturgoldnan. Summar fyritøkur geva heilt upp til 18.000 kr. aftur.

Skipanin er nú víðkað, soleiðis at enn fleiri næmingar verða eggjaðir til at halda fast í teirra arbeiði í eitt ár eftir at ferðaleiðaraskúlin er liðugur. Frá 1. november 2012 gjalda teir flestu av okkara Keypartners eina fasta upphædd aftur til teirra dugnaligu ferðaleiðarar eftir eitt ár. Pengarnir verða altso afturgoldnir, eftir at tú hevur verið í starvi hjá einari fyritøku í 12 mánaðir ella aftaná 4 sesongir í útlandinum.

Hesar ferðafyritøkur rinda ferðaleiðaraskúlan aftur aftaná 12 mánaðir í arbeiði:

  • Bravo Tours
  • Nadana Tours
  • FolkeFerie.dk
  • SNE & SNO og VALLUGA Skirejser (inkl. svenskir og norskir ferðaleiðarar)
  • Store Verden
  • Riis Rejser
  • Ruby Rejser

Hesar ferðafyritøkur rinda ferðaleiðaraskúlan aftur aftaná 4 heilar sesongir í arbeiði:

  • Risskov Travel Partner
  • Ung Rejs (inkl. norskir ferðaleiðarar)
  • friferie.dk
  • DANSKI
  • Team Benns
  • Højmark / Lion Alpin
  • SlopeTrotter Skitours

Hesar ferðafyritøkur rinda ferðaleiðaraskúlan aftur aftaná eitt annað tal av sesongum. Set teg í samband við Service & Co. fyri at hoyra nærri:

  • Hekla Travel
  • Dansk Studie Center
  • Primotours

Legg til merkis at afturgjaldingarskipanin fyri rundferðaleiðaraskúlan verður roknað eftir vanligum ferðaleiðaraskúla taksti. Tú fært altso ikki allan rundferðaleiðaraskúlan afturgoldnan, av tí at ein stórur partur av hesari útbúgvingini er lagt til rættis sum ein rundferð og ikki undirvísing. Tað vil siga, at somu viðurskifti eru galdandi fyri næmingar á rundferðaleiðaraskúlanum, sum hjá næmingum á ferðaleiðaraskúlanum í Spania.

Um tú hevur spurningar til hetta, kanst tú seta teg í samband við okkum á tlf. 70 211 222 ella á mail job@service-co.dk

Okkara keypartners eru millum teir størsu í Skandinavia, og tú kanst tí tryggja tær eitt breitt úrval av størvum aftaná ferðaleiðaraskúlan.