EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

VÍÐKA TÍNA ÚTBÚGVING VIÐ EINUM EYKA SKEIÐI

Dámar tær væl at hava kava undir fótunum, ella kundi tú hugsa tær at havt ein arbeiðsdag fullan av ítrótti og aktivitetum?

Hvørt ár ferðast ein rúgva av fólki til Alpurnar, Pyrineafjøllini ella tey nordisku fjøllini fyri at standa á skíð ella snowboard. Hesir gestirnir hava tørv á dugnaligum skíðferðaleiðarum til at gera teirra ferð enn betur. So elskar tú eisini lívið í kavanum, so burdi tú umhugsa at víðka tínar førleikar sum ferðaleiðari aftaná okkara útbúgving í november.

Men kanska tú heldur hevur hug til at fylla tín gerandisdag við ítrótti og stuttligum aktivitetum... Tær hava vit eisini brúk fyri! Eftir hondini eru tað ótrúliga nógv fólk, ið vilja hava eina "aktiva" ferð. Tey njóta sjálvssagt sólina og hitan, men vilja eisini gjarna hava eitt sindur meira innihald. Tí velja tey ferðamál, har tey kunnu íðka ítrótt og vera aktiv sum heild. So um tú, líka sum tey, dámar væl at hava ein aktivan lívsstíl, so burdi tú umhugsa at keypt eitt eyka ítróttarskeið aftaná útbúgvingina í apríl ella oktober. 

Tú kanst lesa meira um alpu- og ítróttarskeiðini her á síðuni, ella tú kanst seta teg í samband við okkum á tlf. 70 211 222.