EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

FERÐALEIÐARI Á TÍNI EGNU RUNDFERÐ

Blív rundferðaleiðari - Miðvís ferðaleiðaraútbúgving til rundferðir í øllum heiminum í samstarv við skandinaviskar ferðafyriskiparar.

Tailand, Laos, Kambodja og Vjetnam - 4 lond í 7 vikur!

Upplivingar í hundraðtali, miðvís undirvísing, ið ikki finst aðra staðni í Skandinavia, eitt altjóða prógv, og ein serstøk starvsgaranti hjá einum av okkara mongu samstarvsfelagum í ferðavinnuni! 

Service & Co. hava skapt eina nýggja og annaleiðis útbúgving fyri ung fólk, ið gjarna vilja læra nakað nýtt, og sum vilja sleppa út í heim saman við øðrum ungum. Ferðaleiðaraskúlin í Tailandi er antin fyri teg, sum droymir um at arbeiða sum rundferðaleiðari, ella teg sum dámar at ferðast í fjarskotnum londum og hevur áhuga fyri fremmandari mentan, ella bara fyri teg sum kundi hugsað tær at tikið tína ferðaleiðaraútbúgving eystanfyri. 

Menning frá byrjan til enda

Útbúgvingin til rundferðaleiðara skilir seg eitt sindur frá útbúgvingini til ferðaleiðara í Spania. Luttakarirnir eru færri, og dentur verður lagdur á tær einstøku uppgávurnar, sum ein rundferðaleiðari skal handfara. 

Útbúgvingin er bygd upp soleiðis, at tú hevur møguleika fyri at læra ástøði handan arbeiði, áðrenn tú sjálv/ur sleppir at royna teg við tíni egnu rundferð. Tað verður gjørt rúm fyri, at tú kanst uppliva og menna teg frá byrjan til enda, samstundis sum tú granskar eysturlond saman við teimum bestu og dugnaligastu rundferðaleiðarunum, ið vera tínir lærarir.

Norð, vest.. Eystanfyri er best

Eysturheimurin er karmur um nøkur av teimum størstu vetrarferðamálunum hjá skandinaviskum gestum. Her finnur tú kritahvítar strendur, tað klárasta bláa vatni og eitt fólkaslag, ið altíð eru blíð, smílandi og hjálpsom. Her eru spennandi matrættir, ið anga av eini søtari blanding av sitróngrasi og karry í alskyns litum, og lítilátnir munkar, ið samla hendurnar og bukka, tá ið tú møtir teimum. 

Her finnur tú ferðamál við stórum, órørdum tjóðarparkum, har stóru fílarnir liva, og høgu fjøllini eru baktjaldið í tínum lívsins ævintýri. Søgan er long og stórsligin, gátuføri og pátrúgv eru ein partur av gerandisdegnum, og stórbýirnir eru heilar verðir fyri seg sjálvan. Tað er ikki løgið, at flestu rundferðirnar eru eystanfyri, og tí kunnu vit heldur ikki finna eitt betur stað at hava okkara rundferðaleiðaraskúla. 

Ferðaleiðari á tíni egnu rundferð

Eftir 3 vikur av undirvísing í Hua Hin í Tailandi, har tú lærir vanligan kunnleika hjá einum ferðaleiðara, gongur leiðin út á fyrsta part av rundferðini. Her sært tú, hvussu ein rundferð verður løgd til rættis og framd í verki. Tú ferðast gjøgnum Tailand, umvegis Laos og inn í Vjetnam. Her lærir tú tey amboð, sum tú skal brúka, tá ið tú seinni skal leggja túrin til rættis saman við tínum samstarvsfelagum. Tað er 'learning by doing', tá tað er best!

Tað er umráðandi at strika undir, at tað er í Hua Hin, at vit læra ástøði til ferðaleiðarayrki. Hesar tríggjar vikurnar eru settar av til at koma í gjøgnum alt tað, sum man skal brúka sum rundferðaleiðari, men eisini sum vanligur ferðaleiðari.

Eftir tríggjar vikur ferðast vit úr Hua Hin og byrja rundferðina, og tað er tá vit taka 'upplivingarbrillurnar' á. Tað skal vera tíð til refleksjón, og at njóta tey spennandi londini og upplivingarnar. Tú skal ikki vænta somu mongd av undirvísing sum í teimum trimum vikunum Hua Hin. 

Tá ið tað er sagt, so eru sjálvandi dagligar uppgávur á skemanum, so tú kann vænta at dagarnir vera langir.

Í Vjetnam skalt tú fyri fyrstu ferð sjálv/ur út og vera ferðaleiðari. Her setur tú sjálv/ur karmarnar um tína útferð, sum tú skalt leiða saman við tínum starvsfelagum. Vjetnam hevur eisini eitt hav av upplivingum at bjóða. Tú sleppur at uppliva ógloymandi tempul og pagodur, og síggja hvussu grønu rísmarkirnar standa í vatni, meðan lokalu bøndirnir røkta akurin. Tú sleppur at síggja yndisligar býir og sandstrendur, sum lokka við snorkling ella yoga undir pálmunum. 

Frá Vjetnam heldur rundferðin fram inn í Kambodja og aftur til Tailand. Á túrinum gjøgnum Kambodja sleppur tú at royna tíni evnir sum ferðaleiðari í einum bussi. Her er tað tú, sum yvirtekur mikrofonina á setrinum við síðuna av bussførararanum. Fyrstu ferð tú situr við mikrofonini í hondini, hyggur út gjøgnum framrútin, og fortelur um alt tað, tú hevur lært á ferðini, merkir tú veruliga summarfuglar í búkinum.

Møguleikarnir eru tínir

Eftir at tit eru komin heim, fáa øll eitt uppkall frá starvsentrinum. Her snakka vit um tínar framtíðarmøguleikar í ferðavinnuni. Tíni ynski og møguleikar... Aftaná seinasta ferðaleiðaraskúlan vóru allir teir kvalifiseraðu næmingarnir longu í arbeiði 3 vikur aftaná at útbúgvingin var liðug. 

"Fyrst og fremst, er tað at ganga á ferðaleiðaraskúla, ein av teimum mest fantastisku upplivingunum. Tá ið tú so fær møguleika fyri at fáa hesa upplivingina á hinari síðuni á jørðini, er tað ikki minni lokkandi. Til Suðurasia í 7 vikur, at uppdaga eina nýggja, serstaka mentan, og ein heilt nýggjan livihátt: Um hetta ikki ljóðar freistandi, so haldi eg at okkurt er galið." Jacob, næmingur á rundferðaleiðaraútbúgvingini.

Fakta um rundferðir og rundferðaleiðarar

  • Ein rundferð er ein útferð, ið varar í nakrar vikur, har gestirnir síggja ein týðandi part av einum fremmandum landi, og vænta, at rundferðaleiðarin veit meira um ferðamálið, enn tey vita frammanundan.
  • Rundferðaleiðarin leiðir gestirnar runt til tey mest áhugaverdu støðini - eisini tey lítlu og minni kendu støðini, sum gestirnir ikki sjálvir høvdu funnið fram til. Eystanfyri er tað tó fleiri støð, har tað einans er tann lokali ferðaleiðarin, ið hevur lov til at vísa gestum runt.
  • Rundferðaleiðarin skal sjálvstøðugt kunna leiða gestirnar hjá sær runt. Sjálvandi við hjálp frá lokala ferðaleiðaranum og fólkinum. Hetta krevur eina sterka persónligheit.
  • Rundferðaleiðarin er tætt uppá gestirnar, og hevur teir við sær alla tíð. Tað er umráðandi at liva upp til tað, sum gestirnir vænta. Man skal vera sosialur, samstundis sum man njótir sítt egna selskap. Harumframt er ein rúgva av tilfari, sum man skal duga at fortelja við áhuga og eldhugi.
  • Rundferðaleiðarin skal vera ábyrgdartilvitin, og duga at taka avgerðir. Á einari rundferð kann man ofta koma í støður, har man er noyddur at taka skjótar avgerðir fyri at loysa eina kreppu.