EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...
EN FANTASTISK OPLEVELSE OG VENNER FOR LIVET...

TANN RÆTTI FERÐALEIÐARASKÚLIN

Blív ferðaleiðari við øllum heiminum sum arbeiðspláss!

Droymir tú um at hava heimsins feitasta arbeiði, menna teg persónliga og gerast betri til at tosa framman fyri einari fjøld? So er ferðaleiðaraútbúgvingin júst nakað fyri teg!

Milliónir av fólki kring heimin arbeiða í ferðavinnuni, og nú hevur tú møguleikan at gerðast ein av teimum. Ert tú yvir 18 ár, tosar enskt, og ert tú klár/ir til at arbeiða hart? So kunnu vit geva tær eitt arbeiði, har gerandisdagurin aldrin gerst keðiligur, og allur heimurin verður títt spælipláss.

Øll kunnu luttaka á okkara ferðaleiðaraútbúgving. Hjá okkum er tað tín persónligheit og hugurin til persónliga menning, sum er umráðandi. Ert tú omaná tað góð/ur til mál, ella hevur ferðast nógv, er hetta sjálvssagt ein fyrimunur. Tað, sum er mest umráðandi, er at tú hevur vilja, eitt gott lag, mentanarliga fatan, og elskar avbjóðingar. 

Undir útbúgvingini fært tú innlit í, hvat arbeiði sum ferðaleiðari inniber. Eitt arbeiði sum ferðaleiðari er ein lívsstílur, ið snýr seg um at geva menniskjum eina góða uppliving, vigtigastu tíðina á árinum - tá tey eru og ferðast. 

Hjá Service & Co fært tú eina útbúgving... Ikki bara eitt stutt skeið, ið vendir sær til eina ávísa fyritøku ella vøru. Tú fært eina breiða ferðaleiðaraútbúgving, sum kann brúkast í allari ferðavinnuni.

Blív ein partur av bestu ferðaleiðarunum í vinnuni - blív ferðaleiðari við Service & Co.